Í kvøld var grannauppgerð í Rogalandi millum liðið hjá Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF og liðið hjá Noah Mneney, Bryne á Øster Hus leikvøllinum í Sandnes.
4.432 áskoðarar sóu Gullbrand, ið spældi allan dystin og liðfelagarnar vinna 2-1 á Bryne, ið ikki hevði Noah á vøllinum í kvøld.
Markus Aanesland legði Sandnes á odda tá bert sjey minuttir vóru leiktir. Bryne javnaði í 65. minutti, men bert tríggjar minuttir seinni legði Tommy Høiland Sandnes á odda 2-1.
Bryne er nummar fimm í deildini við 12 stigum. Sandnes er nummar 11 við níggju stigum.
Komandi mikukvøld tekur Bryne móti Aalesund á heimavølli. Kvøldið aftaná spælir Sandnes á útivølli móti Lyn Oslo.