Í hesi løtu er alt klárt til at taka ímóti danska manslandsliðnum, sum í gjár vann EM í hondbólti.
Teir vunnu á vertstjóðini Serbia í finaluni við 21 málum ímóti 19.
Danskir miðlar eru fullir av lovorðum um hetta bragdið, og nógv verður gjørt burtur úr at taka ímóti hetjunum.
Stór almenn móttøka verður á Ráðhúsplássinum seinnapartin.










