Guli bilurin sæst aftur í landslagnum

Fólk í Havn hava lagt til merkis ein sterkt gulan Peugeot 307 við Fair Pay skeltum og løgnu áskriftini á síðuni: Ikki gera ikki nakað. Tað er fyritøkan Intrum Føroyar, sum eigur bilin. Vit hava spurt stjóran, Jákup Bech Jensen, hvat alt hetta er fyri nakað


Jákup Bech Jensen, sjóri í innkrevjingarfyritøkuni Intrum Føroyar, sigur, at tað kann koma fyri hjá okkum øllum, at vit gloyma at gjalda eina rokning ella ikki hava pening at gjalda við, tá ið hon fellur til gjaldingar. Orsøkirnar kunnu vera so ymiskar. Men avleiðingin verður, at peningur restar í hjá tí, sum hevur sent rokningina. Hetta er peningur, sum viðkomandi hevur væntað sær at fáa, og tí vendir viðkomandi sær til okkara fyri at fáa hjálp. Vit leggja okkum eftir at innheinta pening á heiðurligan hátt við so lágum kostnaði, sum til ber. Vit leggja stóran dent á gott samskifti við kundan.
 
Um hugskotið aftan fyri slagorðini Ikki gera ikki nakað, sigur Jákup, at tá ið vit senda ein rykkjara, so má tann sum fær rykkjaran ikki setast hendur í favn  men heldur gera nakað. Tað er sjálvandi bíligast og best at gjalda skuldina alt fyri eitt, men vit kunnu altíð gera eina avtalu um longda gjaldsfreist. Gula kortið og Fair Pay  please er merki hjá Intrum um allan heim. Fair Pay  please vísir til, at hildnar avtalur í sambandi við gjalding er lykilin til gott handilssamband. Tá ið keypt og selt verður upp á borg, merkir tað, at partarnir gera sínámillum sáttmála. Verður rokningin ikki goldin, merkir tað, at leikreglurnar í sáttmálanum ikki eru hildnar.
 
Intrum Føroyar er ein deild hjá altjóða innheintingarfyritøkuni Intrum Justitia. Hetta er fremsta fyritøkan í Evropa innan miðvísa áognarstýring, sum á enskum verður rópt Credit Management Services. Á hvørjum ári viðger Intrum milliónir av málum fyri fyritøkur og stovnar kring allan heim.
 
 

 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$