Nú fáa føroyingar fyri seinast ferð møguleikan, at hoyra Gulddrengen framføra í Føroyum. Hann hevur boðað frá, at hann hevur sína seinastu framførslu í feburar í 2018. Hann er í Føroyum um vikuskiftið.
Hann kemur at hava tríggjar konsertir, har tann eina av teimum er til eitt rúsfrítt tiltak fyri 7. 8. og 9. floksnæmingar . Tað verður leygarkvøldið frá klokkan 21 til 23.30.
Afturat tí, so framførir hann til fríggjakvøldið fyri miðnámsflokkinum í Føroyum, umframt at hann eisini framførur í Luux seinni leygarkvøldið og út á náttina.
Gulddreng bleiv kendur við sanginum Model, sum fór beint upp á 1. plássið á donsku hittlistinum, og eftirfylgjandi við seks hittum, sum øll komu upp á 1. plássið í Danmark. Gulddreng var í Føroyum í samband við Voxbotn.
Malte, sum Gulddreng veruliga eitur, hevur valt at gevast viðyrkisleiðini sum Gulddrengen í feburar 2018 við einari konsert á Royal Arena. Hann fer tá at framføra sum Malte.
Gulddrengen:
Fríggjakvøldið: Miðnámsskúlar
Leygarkvøldið 21 – 23.30 (Luux, rúsfrítt tiltak fyri 7. 8. og 9. floksnæmingar)
Leygarkvøldið: 24 -03.30 (Luux, 21 ára aldursmark)