Í Dimmalætting frá 27. aug. skrivar Høgni av Heiði áhugaverdar hugleiðingar um ævintýrið "Kejserens nye klæder" eftir H.C. Andersen. Hann samanber gudstrúnna hjá menniskjum við nakna keisaran, har tað góðvarna barnið sigur teimum vaksnu sannleikan: "Keisarin er nakin", ella í breiðari merking "tað er eingin Gud".
Líka síðani hetta ævintýrið varð skrivað í 1837 hevur bæði leikur og lærdur roynt at tikið ævintýrið til inntøku fyri bæði líkt og ólíkt. Men tá eg las greinina í blaðnum rann mær til hugs, at ateisma ella gudloysi er eisini eitt slag av trúgv. Henda religión hevur eisini sínar halgidómar og sínar heilagu lutir, ið eingin má seta spurnartekin við, tí so er atsóknin vís. Ein av gudleysu trúarjáttanum er at alheimurin er vorðin til av sær sjálvum, at lívið av fyrstan upprann av sær sjálvum úr ikki lívrunnum evnum, at kunning (informatión) á gátuføran hátt bleiv lagt inn á allar livandi kyknur (av sær sjálvum), at menning (evolutión) fór fram ígjøgnum milliónir av árum (av sær sjálvum) at alt design í náttúrini er komið av sær sjálvum, uttan formgeva ella verkstjóra - alt samalt er av reinari tilvild. Evangeliið hjá gudloysinum kann kanska lýsast í hesum orðum: -Í upphavi var einki, síðani sprongdist tað heila og á gátuføran hátt upprann kosmos, og menn-iskjað varð til av kosmiskari tilvild.
Tað stendur menniskjum frítt at seta sítt álit á ein slíkan "keisara", men her skal ikki so lítið av trúgv til, og hesin "keisari" er í eygunum á mongum hugsandi menniskjum bæði hattleysur og klútaleysur.
Náttúruvísund ella filosofi??
Í 1837, sama ár sum H.C. Andersen skrivaði ævintýrið um nakna keisaran, var bretin Charles Darwin á rannsóknarferð á Galapagosoyggjunum í Kyrra Havinum. Henda ferð gav íblásturin til bókina "The Origin of Species" sum kom út í 1859 og varð útseld beinan vegin. Her gevur Darwin sítt boð uppá hvussu hann metti, at lívið á jørðini hevur ment seg. Hetta var eitt ástøði (teori), sum vísindini seinni skuldu granska. Men teoriin varð stórliga fagnað beinan vegin. Hetta var ikki fyrst og fremst av vísundaligum ávum, men heldur vegna filosofiska rákið í Vesturheiminum. Týski filosoffurin Friedrich Nietzsche (1844-1900) leitaði til apurnar, tá gátan um eksistentialismu skuldi loysast. Samanuntikið kann sigast, at heimurin var búgvin at taka ímóti Darwin, tí tankar hansara vóru als ikki ókendir frammanundan. Og darwinisma bleiv ikki fyrst og fremst ein partur av náttúruvísindini, men heldur ein partur av filosofiini.
Tann gransking sum seinni fór fram var einvegis. Úrslitið var fastlagt frammanundan, nú skuldu prógvini finnast. Ikki minst í "svarta kassanum" skuldi útviklingslæran prógvast. (Alt organiskt lív er bygt upp av kyknum, og Darwin nevndi kyknuna "the black box" av tí at menniskjað í 1859 hevði sera avmarkaða vitan um hvat var í svarta kassanum.) Darwin metti, at tíðin fór at svara mongum spurningum og rætt hevði hann. Tað er ikki smávegis sum er komið fram í ljósið úr svarta kassanum.
Uppruni til lívið - ein herskin biti hjá darwinismuni!
Í dag vita vit, at sjálvt "einfaldar" kyknur eru so fjøltáttaðar, skipaðar og samansettar at lívið rópar eftir einum desingara. Alt lív (kyknur) er bygt upp av proteinum, sum aftur er bygt upp av ymiskum aminosýrum. Ein "einføld recept uppá einfalt lív" er henda: Í minsta lagi 400 aminosðrur skulu koblast í eina heilt ávísa raðfylgju - her hjálpir eingin tilvild - fyri at skapa eitt protein. At enda skulu í minsta lagi 124 proteinir til fyri at mynda tað minst hugsandi einfaldu organismuna. Men trupuleikin er størri enn so. Aminosðrur mynda ikki proteinir uttan víðari. Tað finnast tvey sløg av amonosýrum - livandi ella deyðar. Skal ein organisma vera livandi, eigur hon bert at innihalda livandi "byggisteinar" (L-aminosýrur). Tað er sum at kasta krónu og mynt 400 ferðir og fáa krónu hvørja ferð. Hetta skal endurtakast 124 ferðir. Hagfrøðin kann rokna møguleikan út. Møguleikin ella lutfallið er 1 í mun til eitt 1tal við 14.000 nullum aftanfyri. Hesi tøl eru so astronomisk, at sjálvt garvaðir matematikarar missa vitið. Kendi vísundamaðurin Lee Spetner, ið er professari í matematikk og fysik frá lærda háskúlanum í Mitchigan, og sum síðani 1964 nærum burturav hevur granskað lívfrøði, sigur í bók síni "Shattering the Modern Theory of Evolution", at tankin um at lív er upprunnið av sær sjálvum er matematiskt møsn.
Men trupuleikin hjá frumlívinum er størri enn bert fysiskt design. Henda frumkyknan hevur ongan møguleika at menna seg uttan kunning (DNA-informatión). Og sambært informatiónsvísindini hevur øll informatión ein avsendara. Og hvør man hava skrivað fyrsta forritið???
Myndir úr telduheiminum
Í telduheiminum skilja vit ímillum hard-ware og soft-ware. Tú kanst hava framúr nðmótast hard-ware (telduskýggja, knappaborð, printara osfr.) Men uttan soft-ware (data-information) er printarin ikki førur fyri at skriva so mikið sum eitt komma. Sama kann sigast um alt organiskt lív á jørðini.
Uttan eina vitandi kotu ella "heila" eru allar kyknur óvirknar.
Tá vísundini fyri 50 árum síðani varnaðist og fór at granska bio-informatión, fekk darwinisman ein stóran forkláringstrupulleika afturat, sum hon líka síðani hevur runnið undan, og dylur sum mansmorð fyri sínum studentum (pisur eta jú alt rátt). Darwin hevði eina materialistiska fatan tá talan var um upprunan til lívið, men av góðum grundum vitsti hann einki um informatiónstrupulleikan, sum sjálvsagt ikki letur seg forklára útfrá materialistiskari tilvild, tí informatión er ikki materiell og samband informatiónsvísindini er tað ein náttúrulóg, at øll informatión - eisini bio-informatión - skal hava ein avsendara.
Náttúrulógir mugu lúta fyri filosofiskari teori
Vanliga verður ein teori vrakað, tá hon stríður ímóti vídundaligum lógum. Hetta er eisini logiskt. Men evolutiónslæran stríðir beinleiðis ímóti fleiri vísindaligum lógum. Men hví yvirlivir hon so??
Svarið er einfalt. Evolutión hevur sum so einki við vísund at gera, men er ein filosofisk trúarjáttan.
Sum dømi um náttúrulógir ið beinleiðis stríða ímóti evolutiónini kann nevndast:
Lívfrøðin: Tað er ein grundlóg í lívfrøðini, at bert lívrunnin evni kunnu umbroyta ólívrunnið evni til lívrunnið evni. Spurningurin er tí: Hvussu er tann fyrsta lívrunna kyknan vorðin til???????
Alisfrøðin: Onnur termodynamiska lóg sigur, at alt tilfar søkir ímóti kaos. Men evolutiónsteoriin sigur tað mótsatta. Munurin er tann, at øðrumegin hevur tú eina lóg og hinumegin hevur tú eina teori. Men lógin má lúta, tí teoriin er friðhalgað í templi ateismunar.
Informatiónsvísund: Vísindini um hvussu informatión verður móttikin, skrásett, goymd og send víðari byggir m.a. á lógina um, at informatión altíð hevur ein avsendara. Men alt organiskt lív er fult av informatión, sum smb. evolutiónsteoriina ikki hevur nakran upprunaligan avsendara.
Um granskarar einaferð í framtíðini finna útav, at evolutión eisini stríðir ímóti tyngdulógini, sum Newton formuleraði fyri 400 árum síðani, so skuldi tað ikki undra, um tyngdulógin eisini hevði verið noydd at givið skarvin yvir í knæfalli fyri evolutiónsteoriini.
Hví trúgva granskarar menningarlæruna?
Ein ørgrynna av granskarum hava vent menningarlæruni bakið av vísundaligum orsøkum. Men kortini er menningarlæran einaráðandi innan undirvísing í stórum parti av heiminum, og alt tað rúgvusmikla vísundaliga tilfar, ið mótsigur menningarlæruni, og sum serliga seinastu 40 árini er komið í ljósmála verður hildin burtur frá undirvísing, av eini akademiskari mafiu, ið hevur tikið definitiónsrættin uppá vísindini.
Men hetta hevur jú sína orsøk. Orsøkin er eitt filosofiskt hugrák "paradigm", har øll vísundalig "prógv" skulu tillagast einum frammanundan bíløgdum úrsliti. Tað sigur seg sjálvt, at tá ein veik teori hevur fingið status sum "vísundaliga prógvað", so fær onkur trupuleikar, tá nðggjar vísundaligar kanningar sáa iva um teoriina. Søgan veit um mong dømi at siga.
Um ár 500 "staðfesti" vísundamaðurin Ptolemeus at jørðin var fløt. Hetta var eisini góðkend "vísund" í 1000 ár, tá Kopernikus og Galileo ikki bert settu spurnartekin við hesa gomlu heimsmynd, men enntá prógvaði at jørðin var rund. Men myndin av tí fløtu jørðini hevði skapt eitt "paradigm", ið var vorðið til eina filosofiska og ikki vísundaliga heimsmynd. Nðggj vísundalig avrik høvdu tí einki at siga. Galileo og Kopernikus fingu forboð fyri at útbreiða sína læru, og lærisveinurin hjá Kopernikus, G. Bruno varð brendur á báli í Róm fyri sína trúgv á tað rundu jørðina. Bæði Galileo og Kopernikus fingu trupuleikar við miðaldarkirkjuna, men sum kristnir menn høvdu teir als ongan teologiskan trupulleika av sínum vísundaligu kanningum.
Evolutiónslæran í dag er eisini umgyrd av einum filosofiskum paradigm, sum ger, at hon er óatkomilig hjá sakligari vísundaligari mótstøðu. Hetta er eisini galdandi í føroyska fólkaskúlanum og miðnámsskúlunum, har næmingar, fyri almennar pengar verða heilavaskaðir í aputeoriini, uttan at teir so mikið sum verða kunnaðir um tað ørgrynnu av vísundaligum tilfari, sum beinleiðis stríðir ímóti darwinismuni. Stundum verður sagt, at vísund byggir hesi stig:
?Observatión
?Hypotesir
?Test av hypotesum
?Niðurstøða
Viðv. spurninginum til uppruna og menning av lívi er bert ein hypotesa loyvd - nevniliga evolutión. Alt sum stríðir ímóti hypotesuni verður sáldað frá í lærubókum, og so er niðurstøðan greið. Og hetta rópa summi vísund.
Hugsa vit okkum sama framferðarhátt í eini humanistiskari lærugrein sum t.d. søgu so høvdu vit øll somul uttan at himprast skýrt hetta sum manipulatión og heilavask.
Apan sum tveitti pelsin
Sambært menningarlæruna var ein ættargrein av apunum so "býtt" at hon tveitti pelsin og vit gjørdust eftirkomarar. Hetta var vánalig "menning" tí ein ílatin apa er óivað meira "fit for survival", (fyri at nýta orð Darwins) enn apan uttan pels og uttan kunning um, hvussu ein tekstilídnaður kann fáast á føtur. Uttan av fara longur út í ættargransking kunnu vit kortini taka samanum og siga, at vit hava jú tveir naknar keisarar frá 1837. Annar er úr ævintðrinum hjá H.C. Andersen og hin er "skyldfólk" okkara - tær pelsleysu apurnar frá Galapagosoyggjunum - ið er ein karikaturur av filosofiska ævintýrinum um evolutiónsteoriina.
Nei álvaratos! Trúgvin á ein skapara hevur munandi størri vísundaligt kjølfesti enn trúgvin á tilvildina, eksistensiellan tómleika og gudloysi. Bíblian royndir ongantíð at prógva, at ein Gud er, men setur heldur ongantíð spurnartekin við hin almáttuga. Hon sigur bert: Dárin sigur í hjartanum: "Eingin Gud er!" Sl. 14,1.