Aftur í ár verður skipað fyri útigudstænastu á ovara vølli í Gundadali í morgin, 2. hvítusunnudag klokkan 11.00.
Tað eru prestarnir í Suðurstreymi, sum skipa fyri gudstænastuni. Havnar hornorkestur og GHM spæla, og Kórið úr Gøtu kirkju luttekur.
Fyrireikararnir siga, at kirkjukaffi verður eftir gudstænastuna í Badmintonhøllini, har øll eru vælkomin. Eisini verður okkurt gott til børnini.