Umleið 400 fólk leitaðu sær til Gjáar seinasta sunnudag, tá enn ein 100 ára føðingardagur var í bygdini, sum er tann fjórði í røðini seinastu umleið 30 árini.
Hátíðarhaldið byrjaði kl. 12 við kirkjugongd, har Emil Olsen sóknarprestur prædikaði. Tjørnuvíkingar, ið høvdu kingosang í kirkjuni, settu ein serligan hátíðarligan dám á gudstænastuna.
Klokkan 13.30 bjóðaði kommunan øllum, sum ynsktu at heilsa upp á Karl Jacob, til døgurða í Gjáar Samkomuhúsi. Eftir døgurðan var kaffi á Gjáargarði.
Til føðingardagshaldið vóru umboð fyri fleiri almennar stovnar. Tey, sum hildu røðu, vóru. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni,
Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, og Petur Jacob Sigvardsen, elsti sonur føðingardagsbarnið, ið segði nøkur orð vegna familjuna.
Fyri skjótt 30 árum síðan, 2. juli í 1975, fylti mamma Karl Jacob Sigvardsen, Drikka á Fløtti, hundrað ár. Hon gjørdist 105 ár og slakar 5 mánaðar gomul og er elsta fólk, sum hevur livað í Føroyum í nýggjari tíð.
Karl Jacob nú á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík.