Guds gávu er tað skylda okkara at varðveita

? Tað eru ríkar løtur at liggja við Lítlu Hólmar, so tað má ikki henda, at teir verða lagdir undir eitt grótkast, soleiðis, sum ætlanin er, sigur Helgi Enni á Tvøroyri

Samferðsluavn í Suðuroy

? Lítlu Hólmar eru ein Guds gáva og hana hava vit skyldu at varðveita.
Helgi Enni á Tvøroyri var ein av teimum, sum tók stig til fundin leygardagin, har suðuroyingar fingu høvi til at hitta landsverkfrøðingin, Oyvind Brimnes, landsstýrismannin í umhvørvismálum, Eyðun Elttør, umframt løgtingsmenninar Jóannes Eidesgaard, Henrik Old og Johan Dahl.
Helgi Enni sigur at síðani tað varð alment kent, at ætlanin var at leggja nýggju samferðsluhavnina í Trongisvágsfirði beint við Lítlu Hólmar, so at Innari Hólmur fór undir grótkastið, hava einstaklingar tikið málið til sín, tí við hesi ætlanini er talan um, at náttúruvakrasti blettur á fjørðinum verður lagdur undir grót, betong og asfalt.
Tí hava teir tikið stig til at fáa landsverkfrøðingin og landsstýrismannin í umhvørvismálum suður at greiða frá ætlanini og at spyrja teir um tað ikki ber til at flyta samferðsluhavnina nakrar metrar inneftir so at hólmarnir ganga fríir.
Hann sigur at teir vendu sær síðani eisini til Jóannes Eidesgaard, sum hevur reist málið í Løgtingi og eisini reisti tað alment bløðunum og til Henrik Old, sum er formaður í vinnunevndini, sum hevur málið til viðgerðar. Síðani er eisini Johan Dahl komin við.
Men Helgi Enni leggur annars dent á, at fundurin leygardagin var púra ópolitiskur.
Hann heldur avgjørt, at vit eiga at leggja stóran dent á at varðveita Lítlu Hólmar, tí teir eru ein náttúrugripur á Trongisvágsfirði.
Hann sigur, at Lítluhólmar eru eitt av best dámdu frítíðarmálum á Trongisvágsfirði.
? Tá ið veðrið er gott, er ikki dagur, at tað ikki liggja bátar úti við hólmarnar. Og at liggja har úti eina ljósa summarnátt og njóta kvirruna, kann als ikki forklárast í orðum.
Hann vísur eisini á tað ríka fulglalívið, sum er á og við hólmarnar.
? Tað er óspilt náttúra og tað hava vit ikki loyvi til at forkoma.
? Tí eigur samferðsluhavnin avgjørt at verða flutt eitt sindur inneftir, hóast tað kanska kostar eitt sindur eyka.
?Og tað má gerast nú, tí eru hólmarnir farnir undir grótkastið, vendst ikki aftur. Og tað haldi eg ikki, at vit hava loyvi til at gera, tí okkara náttúruríkidømi er ein guds gáva og tað hava vit ikki loyvi til at beina fyri.
Hann ivast ikki í, at tað er eitt stig á rættari leið at fáa landsstýrismannin í umhvørvismálum og Landsverkfrøðingin suður.
? Tað eru skilamenn. Nú hava teir sæð umstøðurnar og hoyrt, hvat vit hava at siga og eg haldi, at teir fingu ein góðan førning við sær norðuraftur, leggur hann afturat.
Annars hava bæði friðingarnevndin og yvirfriðingarnevndin góðkent ætlanin at bygga samferðsluhavn við Lítlu Hólmar.
Sí eisinigreinarnar: ?Seta strangar treytir?
?Tíðin má ikki vera avgerðandi?
?Alt má gerast umaftur?
?Ein bardagi við tíðina