Sveinur Tróndarson
Endaumfarið í donsku flogbóltslandskappingini er byrjað og í løtuni spæla liðini ímóti hvørjum øðrum fyri at finna fram til, hvørji lið skulu hittast í hálvfinalunum. Tí hava dystirnir ikki stórvegis upp á seg, men teir skulu kortini spælast.
Eingin ivi um sigurin
Týskvøldið spældu Gudrid Nolsøe og hinar Fortunakvinnurnar lokaluppgerð móti hinum Odense liðnum í meistaradeildini hjá kvinnum, DHG.
FHG hevur staðið seg væl í ár, og hevur ligið á odda í kappingini meginpartin av tíðini. Fyri stuttum vóru tær í steypafinaluni, men har varð úrslitið ikki sum tær høvdu ynskt. Tær taptu móti Holte, sum annars liggur aftanfyri DHG í stigatalvuni.
Tí var lagt upp til ein spennandi dyst millum DHG og Fortuna týskvøldið, men tann spenningurin kom ongantíð. DHG var bara betri enn Fortuna tann dagin og tískil var ongantíð ivi um hvønn veg sigurin fór.
Nógv mistøk
Sum vit hava skilt, var dysturin ikki tann, sum verður skrivaður um í søgubókunum. Nógv mistøk vórðu gjørt av báðum liðum, og tað var skilligt, at liðini vóru fjáltursstungin. Ikki var tað neyðugt, tí ógvuliga lítið var at spæla um.
Tað var oddaliðið, sum fyrst fekk tamarhald á nervunum og fekk skil á spælinum. Tær fingu skipað spæl sítt betri enn Fortuna, sum ongantíð rættuliga fekk skil á sínum spæli.
Tí endaði dysturin við greiðum sigri til DHG. Sum nevnt hevur dysturin ikki stórvegis týdning, tí øll fýra liðini, sum eru við í endaspælinum, skulu spæla hálvfinalur. Um nakrar dagar verður funnið út av hvør skal spæla móti hvørjum og tá tað er avgjørt, verða hesir dystirnir gloymdir.









