Gudrid og tær taptu

Flogbóltur: Gudrid Nolsøe og hinar í Fortuna taptu móti nýkosnu steypavinnarunum úr Holte, sum tykist hava fingið fótin fyri seg

Gudrid og tær í Fortunu fingu ikki tað bestu byrjanina upp á endaspælið í donsku flogbóltslandskappingini.

Tær høvdu vitjan av Holte, sum seinasta sunnudag gjørdi bart móti DHG í steypafinaluni. Tann dystin vunnu tær 2-0, og tað var eisini úrslitið av dystinum millum Fortuna og Holte.

Sum vit hava frætt, so helt Holte fram við skilagóða spælinum frá seinasta vikuskiftið, og tað var einki, sum Fortuna kundi gera fyri at steðga tí. Fyrri hálvleikur var ein avgreiðsluspurningur, meðan seinni var eitt sindur javnari, um enn Holte enn setti dagsskránna. Tað eydnaðist Fortunu at vinna eitt sett, men tað var ikki nóg mikið.

Holte koma afturíaftur í javnbrótaranum og vann dystin 2-0.

Dysturin hevði ikki tað stóra upp á seg, tí øll fýra liðini, sum spæla í endaumfarinum hjá kvinnum eru komin víðari, og tað einasta sum nú verður spælt er um, hvørjum liðini skulu spæla ímóti í semifinaluni. Sanniliga ein løgin kappingarskipan, men sum vit hava skilt tað er tað seinasta árið hon verður leikt soleiðis. Næsta ár verða fleiri lið í deildini og samstundis verður sjálv kappingin broytt.

Menninir hjá Fortunu høvdu frí hetta vikuskiftið. Teir skulu spæla tveir dystir næsta vikuskftið. Annan friggjadagin móti Skovbakken og hin sunnudagin móti Lyngby.