Í kvøld fer Guðrið Hansdóttir at hava útgávukonsert í stovuni hjá Maud og Jens Paula Heinesen í Stoffalág í Havn.
Hetta er fyrsta konsertin hjá Guðrið Hansdóttir í Føroyum, eftir at hon gav fløguna »Taking Ship« út, og eftir at hon kom aftur av stóru konsertferðini í Týsklandi til frama fyri útgávuna.
Guðrið hevur sostatt gjørt av at gera sína F'LJÓÐ stovukonsert til eina ÚTGÁVUKONSERT.
– Tað eru vit sera spentar og glaðar um, siga tær, sum skipa fyri F’LJÓÐ stovukonsertunum, Eir í Ólavsstovu og Elin Brimheim Heinesen.
Guðrið tekur tveir royndar tónleikarar við sær. Tað eru teir báðir, Bartal Augustinussen og Rúni Wolfgang Højgaard, sum vóru við henni á Týsklandsferðini.
– Nú Guðrið hevur fingið høvi til at hita upp í Týsklandi, vænta vit, at tað verður ein frálík útgávukonsert í Stoffalág 18, mikukvøldið 26. mars kl. 20.00, siga fyrireikararnir.
TRÝST HER fyri at lesa meira um Guðrið Hansdóttir og um stovukonsertirnar heima hjá Maud og Jens Paula Heinesen, sum tær báðar, Elin Brimheim Heinesen og Eir í Ólavstovu skipa fyri.










