Guðrið Hansdóttir gevur í dag aðru stakfløgu at komandi útgávu síni út. Stakfløgan er løgd á Soundcloud síðuna hjá Guðrið í dag.
Tá Guðrið Hansdóttir í desember gav lagið Taking Ship út, var boðað frá, at ein fløga kom 19. januar. Fløgan er enn ikki komin, men nú er onnur stakfløga "Tú hevur tær dýrastu perlur" latin í umferð.
Hoyr hana her
Guðrið hevur annars gjørt um seg í bólkinum Byrta seinasta árið. Men arbeiðið við Byrtu hevur ikki forða Guðrið í at arbeiða við sínum egna tilfari.
Byrta hevur vakt ans bæði úti og heima, og var við á konsertferðini Nordisk 2014, ið vitjaði Norðurlandhúsið seinasta vikuskiftið á veg úr Danmark til Íslands.










