Gudmundur væl nøgdur

Súkkling - Hóast súkklingin bara er ein triðingur av tí, Gudmundur Joensen íðkar sum triathletur, so lá hansara partur sanniliga ikki eftir. Og aftur fyri stríðið fekk hann eitt pláss uppi á sigurspallinum

Gudmundur Joensen fæst í tí dagliga við fjølbroytta venjing, tí hann bæði svimur, rennur og súkklar. Hann er triathletur og er javnan við í kappingum uttanlands, men hesa vikuna hevur súkklingin staðið fremst á skránni.
– Tað er fantastiskt at kunna koma millum tríggjar teir bestu samanlagt. Í fyrraárið bleiv eg nummar trý og í fjør nummar tvey, so eg mátti royna at spíla meg út, so eg kundi koma upp á sigurspallin aftur hesa ferð, sigur Gudmundur Joensen.
– Eg spenti meg út í dag, tí tað ráddi um at vera við heilt har frammi, skuldi tað eydnast. Eg eri eisini væl nøgdur, sum tað lagaði seg. Gunnar fekk etapuna í dag, Torkil vann samlaðu kappingina og eg fekk bronsu, umframt at vit vunnu liðkappingina, so hetta var bara øgiliga gott.