Oyggjaleikir : Sjáldan hevur ein upplivað eina so stóra og sanna gleði, sum sunnudagin á oyggjaleikunum á Bermuda, tá Bobby Oag av Orknoyggjunum vann gull í triathlon frammanfyri Gudmundi Joensen.
Viðhaldsfólkini hjá Bobby Oag róptu og skrálaðu, sum høvdu tey vunnið í National Lottery í Bretlandi. Ein ótrúlig ekta og spontan gleði.
Løtan, tá Bobby Oag kom á mál kann síggjast og hoyrast á hesari slóðini : http://www.youtube.com/watch?v=vwbSGRsJv3k
Á myndini sæst Bobby Oag til høgru. Saman við Paul Kerr (t.v.) og Torquil Clyde (í miðjuni) vann Bobby Oag liðkappingina í Triathlon. (Mynd : The Orcadian)
Ein miðlamaður av Orknoyggjum segði aftaná kappingina, at talan var um ta stórstu ítróttarhendingina í søguni hjá Orknoyggjum.