Í einum av teimum mongu básunum, sum standa á næstan hvørjum horni í miðbýnum, húsast tann nýggi felagsskapurin Gudloysi ?Hesin básurin er ein roynd at gera felagsskapin enn og meira sjónligan. Okkara endamál er at ? um ikki at missionera ? so at kunna um ateismu, tí tað eru so øgiliga nógv, sum ikki vita nakað um tað,? sigur Heini Reinert.
?Nógvir fordómar eru knýttir at ateismu, og tað eru hesum fordómum, vit ynskja at tala at. Eitt nú eru tað mong, ið halda, at um man er ateist, so er man samstundis kommunist. Onnur halda, at ateistar ikki hava nakran moralskan standard. Hetta er sjálvsagt skeivt,? sigur Heini.
?Vit elska ólavsøkuna. Onkur heldur kanska, at tað er mótsigandi, at gudloysingar feira ólavsøkuna, tá vit feira kongin, ið gav okkum kristindómin. Men fyri okkum snýr ólavsøkan seg um alt annað so sum at hugna sær og møta nógvum fólki,? sigur Heini og skoytir uppí ?Man yvirhøvur vera nakar, ið veruliga feirar Ólav kong? Nei, eg veit ikki.?










