Gud eftir Grosbøll

Tey flestu hava uttan iva hoyrt um danska prestin, Thorkild Grosbøll, sum segði seg ikki trúgva á gud. Og uttan iva hava tey flestu eisini eina meining um prestin og kjakið, sum fylgdi í kjalarvørrinum á hansara útsøgnum. Meir ivasamt er tað nokk, hvussu væl fólk hava skilt, hvat hetta málið í veruleikanum snýr seg um.
Í nýggju kjakbókini Gud efter Grosbøll royna seks granskarar enn einaferð at útgreina gud-frøðiligu og filosofisku avleiðingarnar av Grosbøll málinum. Í fyrra partinum av bókini lýsa greinarnar hjá Niels Grønkjær og Ole Jensen gjølla kjarnina í kjakinum: Hvat meinar Grosbøll í grundini, og kann hansara sannføring yvirhøvur sameinast við evangeliska kristindómin. Serliga hesar báðar greinarnar avdúka, at modernað gudfrøði er eitt so fjøltáttað hugtak, at tað illa fær vegleitt kirkjuna í átrúnaðarligum spurningum á ein sameinandi hátt.
Tríggjar tær síðstu greinarnar lýsa spurningin út frá einum meir alment filosofiskum sjónarhorni. Her fær kjakið ein meir prinsipiellan dám, sum vísir, at málið um Grosbøll røkkur langt út um kirkjuna og inn í sambandið millum trúgv og vísundi, átrúna og samfelag, kristindóm og aðrar átrúnar.
Við Gud efter Grosbøll er seinasta orðið í Grosbøll málinum neyvan sagt. Men bókin fær varpað ljós á kjakið á ein, um ikki einfaldan so so mikið prinsipiellan hátt, at tey flestu kunnu fylgja við.

Henrik Brandt Petersen, Hans Hauge,
Gud efter Grosbøll. Religion og samfund,
Anis, 2005