Guatemala sent forseta til USA

Alfonso Portillo, fyrrverandi forseti í miðamerikanska landinum, Guatemala, varð í gjár sendur við flogfari til USA, har hann skal fyri rættin, tí hann er skuldsettur fyri at hava hvíttað yvir 400 milliónir krónur.

– Vit síggjast, tí eg komi aftur, segði 61 ára gamli Portillo, beint áðrenn hann fór út í flogfarið.

Hann noktar seg sekan í øllum skuldsetingum og sigur talan vera um eina reina burturflyting, nú myndugleikarnir í Guatemala eru gingnir við til at útflýggja USA hann.

Alfonso Portillo, sum var forseti í Guatemala frá januar 2000 til januar 2004, var handtikin fyri trimum árum síðani, eftir at ein dómstólur í New York hevði sent út boð um, at hann skuldi takast.