Fótbóltur
Føroyingar hava rættiliga gjørt innrás í Fremad Amager í danska høvuðsstaðnum.
Føroyingar hava í nógv ár hildið til í stórum tali á Amager ? ikki minst á Oyrasundskolleginum ? men nú eru teir eisini at síggja á vøllinum hjá lokala fótbóltsfelagnum.
Jann Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum og John Heri Dam eru allir við í 1. liðhópinum hjá Fremad Amager, og allir uttan John Heri hava sáttmála við felagið fyri í minsta lagi í eitt ár.
? Føroyskir spælarar hava rættan hugburðin til fótbóltsspælið. Teir eru ídnir og vilja gera alt fyri at vinna. Harafturat er tað ein stórur fyrimunur fyri okkum, at teir kempa fyri at verða við á føroyska landsliðnum,sigur Michele Guarini, venjari í Fremad Amager.
? Felagið fær kanska tríggjar spælarar við til HM-dystin ímóti Fraklandi, og tað er neyvan komið fyri fyrr her í felagnum.
Arbeiðaraklassin
Fremad Amager er eitt siðbundið felag og hevur altíð verið tvinnað saman við fólk í arbeiðaraklassanum.
Men soleiðis er ikki longur.
Venjarin vil gera upp við gomlu traditiónina, tí hann heldur, at felagið kann gerast offur fyri sínari egnu mytu, og hetta hevur skapt órógv á Amager.
Á heimasíðuni hjá felagnum verður dúgliga kjakast um samleikan hjá Fremad Amager, sum ikki er til at kenna aftur ? millum annað tí at venjarin hevur skift allar teir gomlu spælararnar út og hevur brúkt heilar 61 spælarar á liðnum seinastu tvey árini.
Føroyingar í fokus
Í Tipsblaðnum fríggjadagin er drúgv grein um Fremad Amager og ta uppgerð, sum hevur verið í felagnum, og her verða eisini føroyingarnir drignir fram.
Tí trúgvu áskoðararnir á Sundby Idrætspark, har Fremad Amager spælir sínar dystir, kenna næstan ikki spælararnar á liðnum longur, og nú skulu teir venja seg við fýra nýggjar føroyskar spælarar.
Men venjarin verður ikki tikin av fótum av atfinningunum.
? Við okkara fíggjarligu møguleikum eru føroyskir spælarar áhugaverdir. Tað eru nógvir spælarar, sum hava talent, men ikki allir hava tann hugburð, sum føroyskir spælarar hava, sigur Michele Guarini.
Verri fyri enn danir
Í hesum døgum venja spælararnir hjá Fremad Amager til seinnu hálvu í donsku kappingini, sum byrjar um hálvan annan mánað.
Venjingin hesa ársins tíð skal byggja upp formin, sum skal bjarga Amager í næstbestu deildini, og tað verður gjørt við harðari venjing og venjingardystum.
? Føroyskir spælarar hava ov langan vetrarsteðg, og tað merktist, tá ið vit byrjaðu venjingina her í felagnum. Teir føroysku spælararnir vóru eitt sindur verri fyri kropsliga, enn hinir spælararnir í felagnum, sum hava vant allan vetur, men teir eru við at koma seg, sigur Michele Guarini.
? Eg haldi, at føroyingar skuldu umhugsa at longt kappingarárið ella í minsta lagi at vant meira um veturin, so at spælararnir ikki missa so nógv av forminum um veturin, heldur hann.
Sleppa at royna seg
Fremad Amager hevur spælt fimm venjingardystir í hesum árinum, og føroysku spælararnir hava roynt seg í hesum dystum.
Enn ber ikki til at siga nakað um, hvørt føroysku spælararnir fáa fast pláss á liðnum, tí í venjingardystunum verða nógvar uppstillingar royndar, og flestu spælararnir fáa spælitíð.
Jann Ingi Petersen hevur spælt á sentrala miðvøllinum, meðan Hjalgrím Elttør og Andrew av Fløtum hava roynt seg í álopinum. Enn eru tað ikki blivin til mongu málini, sum teir báðir skoraðu í Føroyum, men Hjalgrím skoraði eitt mál fyri einari góðari viku síðani.
Í gjárkvøldið skuldi Fremad Amager spæla ímóti Lyngby, og tá varð John Heri Dam, sum hevur vant við 1. liðshópinum, men hevur spælt við 2. liði hjá Frank Skytte, tikin út til dystin.
Týdningarmikil dystur
Fremad Amager er ikki nakað stórfelag, og umstøðurnar í felagshúsunum á Amager eru einki betur, enn flestu føroysku feløgini kunnu bjóða sínum spælarum. Men fótbóltsliga avbjóðingin hjá teimum føroysku spælarunum er eitt vet størri enn í Føroyum, og so er møguleikin altíð at gera vart við seg í donskum fótbólti og koma víðari til eitt størri felag.
Tá ið landskappingin byrjar aftur seint í mars mánaði, leggur Fremad Amager fyri við einum týdningarmiklum dysti, sum antin kann geva teimum luft í botnstríðnum ella blanda teir enn meira upp í kampin fyri at yvirliva í næstbestu donsku deildini.
Og tað skal gerast við fýra føroyskum spælarum í felagnum.










