Norðurkorea hóttir við at bumba oynna, sum USA tók frá Spania í 1898
Um dagarnar hótti Kim Jong-un, einaræðisharri í Norðurkorea, við at bumba kyrrahavsoynna Guam, sum er amerikanskt øki. Donald Trump er í øðini um hóttanina og lovar bál og brand, um Norðurkorea ger álvara av hesum hóttanum.
Nøkur fakta um Guam:
* Guam er amerkikanst øki og liggur í vestara parti av Kyrrahavninum.
* Oyggin er 550 ferkilometrar stór, og har búgva gott 160.000 fólk.
* USA tók oynna frá Spania í 1898 undir krígnum millum Spania og Amerika.
* Umleið 6.000 amerikanskir hermenn eru á Guam. Næstan ein triðingur av oynni er undir ræði av amerikanska herinum.
* The Joint Region Marianas er ein amerikonsk hernaðarkommando á oynni við herstøðunum Anderson Air Force Bace og Naval Base Guam.
* Anderson Air Force Base hevur B52-bumbuflogfør og jagaraflogfør.
* Ovastin í amerikanska herinum hevur nevnt Guam sum »permanenti flogberin hjá USA«.
* Guam er ein partur av Mikronesia og liggur umleið 5.300 kilometrar norðan fyri avstralska stórbýin Sydney og hevur umleið somu frástøðu til amerikanska deilstatin Hawaii.
* Oyggin liggur í ein útsynning úr Norðurkorea umleið 3.500 kilometrar frá høvuðsstaðnum Pyongyang.
* Øll, sum verða fødd á Guam, eru amerikanskir ríkisborgarar
Kelda: ABC News.
/ritzau/