Í dag tóku sørvágskvinnur ímóti KÍF. KÍF var á odda 2-0 í settum og var veruliga á sigurskós, men sørvágskvinnur komu sterkt aftur og vunnu dystin 3-2.
Settmunurin var 12-25, 23-25, 25-20, 25-12 og 15-12.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Guðruna Joensen, liðskipara hjá KÍF.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Tórfríð Tavsen hjá SÍ.
- Vit fingu nakrar óvanliga vánaligar dømingar ímóti okkum. Tað er óbeskriviligt, at tað ber til at døma so illa. Tað var bara vánaligt. So bersøgin er Guðrun Joensen um dømingina í dystinum vesturi í Sørvági í dag. Guðrun heldur tað verða út av lagi vánaligt, at dómarin ignoreraði spælararnar á vøllinum. Sjálv var hon á tí seinasta dómaraskeiðnum, har tað kom fram, at tað er nakað ein als ikki skal gera.
Guðrun Joensen tekur eisini í egnan barm, og staðfestir, at tað var vánaligt av KÍF ikki at halda fast við gongdina frá teimum báðum fyrstu settunum.
Tórfríð Tavsen stórfegnast um, at hon og liðfelagarnir stríddu seg uppaftur aftaná at hava verið aftanfyri 0-2. Hon hevur eina ótrúliga kenslu um avrikið hjá sær og liðfeløgunum.
HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Kristian Mikkelsen, venjari hjá Fleyr tók samanum aftaná hvørt settið.