Konsert
Suðuroy: Í næsta mánaða kemur nýtendraða stjørnan, Guðrun Sólja Jacobsen, til Føroya at halda tríggjar konsertir, saman við tveimum øðrum finalistum í Stjerne for en aften.
Tað eru teir báðir, Jacob Andersen og Martin Petersen, sum koma við Guðruni til Føroyar.
Men hóast allar tríggjar konsertirnar verða norðanfyri, fer tað at liggja væl fyri hjá suðuroyingum at hoyra oyggjarbarnið syngja, tí tann eina konsertin er nevniliga serliga ætlað suðuroyingum.
Tað er á konsertini í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 11. mai, at suðuroyingar hava eitt gott høvi at fáa atgongumerki.
Útvarpið hevur lýst, at uppselt er til hesa konsertina.
Men tað er ikki allur sannleikin.
Orsøkin til, at atgonguemerkini eru uppi, er tí, at Suðuroyar Kunningarstova hevur keypt tey allarflestu av teimum og tey eru nú at fáa til keyps á kunningarstovuni á Tvøroyri.
Í hesum sambandi hevur eisini Strandferðslan játtað at broyta ferðaætlanina hjá Smyrli so at hann siglur í sambandi við konsertina.
Sostatt siglur Smyril til Havnar sunnudagin 11. mai klokkan 17 og er í Havn klokkan 19.15.
Konsertin er klokkan 20 sunnukvøldið og so siglur Smyril suður aftur av Havnini til Tvøroyrar klokkan 22.
Atgongumerkini kosta 195 krónur og kunningarstovan sigur, at tað er gravgangur eftir teimum. Norðurlandahúsið er ikki so stórt, so tey, sum ætlað sær atgongumerki, skulu bera skjótt at.
Tað ber eisini til at bíleggja sær atgongumerki á kunningarstovuni í Havn.
Og av tí at tað er so stórur áhugi fyri at hoyra Gurðuna, verður eykakonsert í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið klokkan 22, beint aftaná ?suðuroyarkonsertina?.
Annars fara tey trý úr Stjerne for en aften at hava konsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 10. mai.
Orkestrið, sum tey hava við sær, er eitt serligt konsertorkestur, sum hevur ferðast við nýggju stjørnunum á umfatandi konsertferðini, sum júst hevur verið í Danmark.
Men á konsertunum í Føroyum fer eisini Brandur Enni at vera gestasangari.