Guðrun fyrireikar seg

w??4inalan í kappingini Stjørna eitt kvøld verður í kvøld. Hósdagurin og fríggjadagurin fara við fyrireikingum. Guðrun Sólja Jacobsen hevði mikukvøldið ein feril av forkølilsi, men fleiri aðrir luttakarar eru, ella hava verið, sjúkir

Tað var ikki tað heilt stóra av tíðindum viðvíkjandi sangkappingini, ið Guðrun Sólja Jacobsen visti at siga mikukvøldið.
                      Hon hevur alla vikuna roynt at fyrireikað seg og hevur vant. Sangurin verður hin sami, Run to You, tí hon fær ikki loyvi at syngja t.d. Imagine, sum hon nú hevur givið út á fløgu.
                     
Krím
Mikukvøldið hevðu Guðrun tó sum heild fingið at vita, hvussu hósdagurin og fríggjadagurin komu at ganga. Hon hevði fingið eina ætlan, sum tó ikki fór í smálutir.
                      Allir luttakararnir í Stjørna eitt kvøld kappingini skuldu hittast í Herning hósdag, har dagurin fór við venjing og royndum. Fríggjadagurin fór frá morgunstundini við venjingum og royndum og slíkum. Men á skránni tá er eisini ein endalig roynd ? generealroynd, har fólk eru komin fyri at lurta.
- Meira fái eg ikki sagt, tí eg veit ikki meira fyrr enn eg komi til Herning, segði Guðrun mikukvøldið.
 
 
Feril av krími
Guðrun hevur sama stylisitin, sniðgevan, sum seinast, men tá vit prátaðu við Guðruna mikukvøldið, visiti hon ikki so nógv at siga hesum viðvíkjandi.
                      Hinvegin hoyrdist, at hon var eitt sindur hás.
                      - Ja, eg  havi verið eitt sindur forkøla. Og fleiri av luttakarunum eru, ella hava verið, sjúk, sigur Guðrun, sum roynir at ansa eftir sær og røddini.
                      Viðvíkjandi fjálturi ella nervum sigur Guðrun, at nervar fær hon ikki, fyrr enn hon skal á pallin, so har er ongin vandi fyri at hon kennir strongd innan kappingina av tí orsøk.
                      Ein blíð og fryntlig Guðrun mikukvøldið. Ein luttakari, sum hevur bæði beinini á jørðini.
                      Hon fegnast um, at hóast mamman og pápin fylgja finaluni heima í Føroyum, so kemur beiggin, Eyðun, niður at vera hjástaddur til finaluna, og við honum verða eisini onnur í familjuni.
                      - Tað er gott at hava onkran har, sigur Guðrun, sum ikki torir at nýta tey stóru orðini, tá prátið kemur inn á vónirnar fyri at vinna stóru finaluna, men áður hevur hon sagt, at hon vónar sjálvsagt at vinna, og óivað eru mong her á landi samd við henni í hesi vónini. Livst, so spyrst.