Guðrið við í Futt í býin

Guðrið Hansdóttir fer á pall, tá Futt í býin verður um nakrar dagar. Í 2007 fekk songkvinnan Guðrið Hansdóttir veruliga staðfest sítt navn fast á Føroyska tónleikapallinum, tá hennara fyrsta fløga ?Love is Dead? kom út. Síðan tá hevur Guðrið spælt konsertir runt í Skandinavia og herfyri var hon eisini á tónleikaferð í Berlin.

Nýggja fløgan The Sky is Opening er júst komin út, og er fløgan sera væl móttikin og nógv spæld í útvarpinum. Guðrið er ein av Føroya best umtóktu songkvinnum, og er hon best kend fyri sín glamorøsa stíl, litføgru kjólar, og fangandi framførðsur.

 

Tónleikaliga er stílurin á nýggju fløguni norðurlendskur poppur, blandað við føroyskum fólkatónleiki, ið snýr seg um kærleika, menniskja og lívið á lítlum oyggjum.

 

Í Futt í býin fer Guðrið at framføra nýggj løg av fløguni , sum eisini vóru við til sera væl eydnaðu útgávukonsertina, sum var í Sjónleikarhúsinum her fyri.