Guðrið selir kjólar

Songkvinnan Guðrið Hansdóttir, sum er kend fyri at framføra í kjólum, setir nú 40 kjólar hjá sær til sølu.

Songkvinnan Guðrið Hansdóttir er blivin kend fyri at framføra í kjólum – litføgrum kjólum í øllum hugsandi sniðum. Nú setir Guðrið umleið 40 kjólar til sølu á marknaðardegi, sum verður í Margarinfabrikkini í Havn sunnudagin. Hetta er umleið helvtin av kjólunum, sum Guðrið eigur.

- Eg selji burtur av mínum kjólum av teirri einføldu orsøk, at teir taka ov nógv pláss í skápinum. Slíkar kjólar brúki eg í mesta lagi tvær ferðir, og tí hanga teir bara, sigur Guðrið Hansdóttir.

Meginpartin av kjólunum hevur hon keypt í Íslandi og í Texas í USA.

- Eg eigi framvegis nógvar kjólar og ætli mær avgjørt at framføra í flottum kjólum frameftir. Eg havi tó skift eitt sindur stíl, og kjólarnar, sum eg nú selji, brúkti eg frá 2007 til 2010, sigur hon.

Kjólanir hjá Guðrið Hansdóttir og nógv annað verður til sølu á marknaðardegnum í Margarinfabrikkini sunnudagin millum kl. 13 og 18.