Voxbotn 2017 er skotið væl í gongd. Sólin hevur skinið í Vágsbotni og hevur lokkað nógv fólk tíðliga oman í býin.
Beint eftir klokkan 17 fór Guðrið Hansdóttir á pallin. Við sær hevði hon navnframa Bartal Augustinussen, sum hon áður hevur spælt nógv saman við. Hon framførdi sum vera man allar teir best umtóktu sangir sínar og sjálvandi slapp Pegasus eisini at flúgva yvir Vágsbotni. Skal ein fýlast at nøkrum, so er tað, at tað var nakað langt frá trappuni og yvir til pallin. Fólk høvdu uttan iva fingið eina betri konsertuppliving, um tey vóru framman fyri pallin. Hinvegin, tað er gott at sita í trappuni og njóta bæði sólina og røddina hjá Guðrið Hansdóttir.
Eftir hana kom fyrsta av útlendsku nøvnunum á pallin. Martin Jensen spældi herfyri fyri 80.000 fólkum í Wembley, men beint nú er tað Vágsbotnur, sum ristist til rútmurnar frá house-tónleikinum hjá 25 ára gamla dananum.
Tá klokkan nærkaðist at Martin Jensen skuldi á pallin byrjaði mannamúgvan eisini at vaksa og nú er heilt fitt at fólki niðri í Voxbotni.