Konsert við Guðrið Hansdóttir og Annu Katrinu Petersen verður í Margarinfabrikkini í kvøld
Í kvøldi fara Guðrið Hansdóttir og Anna Katrina Petersen, báðar við bólki, at framføra í Margarinfabrikkini.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at Guðrið fer at framføra nýggj og eldri løg, í einum meira akkustiskum hami, enn tey á fløguni.Tey sum spæla við henni eru Líggjas Olsen og Flóvin Viderø báðir kendir úr bólkinum Dejavu, Andreas Dalsgaard kendur úr bólkinum The Story Ends og Ása Wraae kend úr bólkinum Budam.
Anna Katrina Petersen spælir egin løg, umframt svenskan og bulgarskan fólkatónleik og teir sum manna bólk hennara eru kendir menn sum Leivur Thomsen, Brandur Jacobsen og Bjarki Meitel.
Konsertin í Margarinfabrikkini verður kl. 22. og atgongdin er ókeypis. Øll eru vælkomin.










