Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í sett 39 ára gomlu Guðrið Højgaard sum stjóra fyri Ferðaráð Føroya.
Guðrið er útbúgvin cand. merc. og hevur seinastu sjey árini arbeitt sum marknaðarleiðari fyri Stockholm Visitors Board í Svøríki.
Frammanundan arbeiddi Guðrið í fimm ár hjá Visit Denmark skrivstovuni í Stockholm sum marknaðarleiðari við at selja Danmark sum ferðamál til sviar.
Guðrið Højgaard byrjar í starvinum 1. mai 2012.