Hetta er annar radiologurin, sum kemur í fast starv, eftir at deildin í longri tíð hevur verið mannað við vikarum burturav, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.
Guðný Akralíð er útbúgvin serlækni í Danmark og er eitt kent andlit á Landssjúkrahúsinum. Síðsta árið hevur hon arbeitt fyri TMC í Sydney, sum veitir telemedisinskar tænastur til heilsuverk kring allan heimin.












