Guðjón Valur tók HM-metið frá Ólafi Stefánssyni

37 ára gamli Guðjón Valur Sigurðsson er nú tann íslendski leikarin, sum hevur leikt flest HM-endaspælsdystir

Tá Ísland vann 33-19 á Angola í dysti ígjár í bólki B í HM endaspælinum í hondbólti, kundi veteranurin, Guðjón Valur Sigurðsson fegnast um eitt met.

 

37 ára gamli Guðjón Valur Sigurðsson er nú tann íslendski leikarin, sum hevur leikt flestar HM-endaspælsdystirnar. Gamla metið átti íslendski stórleikarin, Ólafur Stéfansson - Óli Stef - sum í sínari tíð leikti 54 HM-endaspælsdystir fyri Ísland. Guðjón Valur Sigurðsson hevur nú leikt 55 HM-endaspælsdystir fyri Ísland.

 

Guðjón Valur Sigurðsson er eisini søguligur, íslendskur HM-endaspæls toppskjútti. Guðjón Valur Sigurðsson hevur í 55 HM endaspælsdystum skotið 291 mál fyri Ísland. Òlafur Stefánsson skeyt 227 mál í teimum 54 HM-endaspælsdystunum hann leikti fyri Ísland.

 

Guðjón Valur Sigurðsson hevur samanlagt leikt 332 landsdystir fyri Ísland. Í hesum 332 landsdystunum hevur Guðjón Valur Sigurðsson skotið 1.748 mál.

 

Í 330 landsdystum fyri Ísland skoraði Ólafur Stefánsson 1.570 mál. 

 

Íslendska landsliðsmetið hevur Guðmundur Hrafnkelsson, sum leikti 407 landsdystir fyri Ísland.