Tað er kortini ikki Mahmoud Abbas, sum avdúkar hendan partin av samrøðuni teirra millum í juni í 2003, men Nabil Shaath. Hann er palestinskur kunningarmálaráðharri og var hjástaddur undir tingingunum.
-Bush segði við okkum: "Eg havi fingið eitt kall frá Guði. Guð hevði sagt: "George, tú skalt berja yvirgangsmenninar í Afghanistan niður". Tað gjørdi eg. So hevði Guð sagt: "George, tú skalt gera av við harðræðisstýrið í Irak". Og tað gjørdi eg. Nú kenni eg aftur á mær, at Guð hevur kallað meg og sagt: "George, tú skal geva palestinunum teirra egna ríki, geva ísraelsmonnum trygd og Miðeystri frið". Og Guð veit, eg skal gera tað, sigur Nabil Shaath í samrøðu við BBC.
Mahmoud Abbas váttar fyri BBC, at kunningarmálaráðharri hansara sigur satt.
-Bush segði okkum eisini, at hann hevði eina moralska og átrúnaðarliga skyldu, og at hann tí skuldi tryggja palestinum egið ríki, sigur Abbas.
Sendingin kom í BBC, júst sum amerikanski forsetin roynir at doyva amerikonsku atfinningarnar ímóti krígnum í Irak. Hann vil vera við, at víðgongdar islamskar kreftir vilja hava eitt islamistiskt ríki frá Spania til Indonesia, men sigur, at USA fer at forða fyri hesum.
-Tað finst bara ein háttur at verja seg ímóti slíkum. Vit fara ongantíð at slaka, vit fara ongantíð at gevast, og vit góðtaka einki uttan ein fullkomnan sigur, segði amerikanski forsetin fyrradagin. Samstundis vísa meiningakanningar, at alt færri og færri amerikanarar taka undir við krígnum í Irak, sum higartil hevur kostað 1.940 amerikonskum hermonnum lívið, skrivar AP.











