GSD egið felag

Foreldur, ið hava børn við GSD, tóku seg saman og í mai 2009 stovnaðu tey egið felag, GSD felagið.

Í nevndini sita Rúna Sivertsen, forkvinna, Rannvá Isaksen, næstforkvinna, Gunnleyg Wang Jacobsen, peningarøkil, John D. Olsen, skrivari, og Hildigunn Sørensen.
Nevnin skipaði fyri skeiði fyri fólk við GSD og familjum teirra hetta sama árið, ið var fyrsta árið, at David Weinstein og Laurie Minarich vóru í Føroyum, og aftur hesaferð skipaði felagið fyri líknandi skeiði, nu tey bæði vitja aftur.
Vit fara at hoyra meira til felagið og skeiðini í blaðnum fríggjadagin.

Rúna Sivertsen er forkvinna í GSD felagnum
Mynd: Jens Kristian Vang