Grunnurin ábyrgd hjá arbeiðsmarknaðinum

- Vit eiga at seta á stovn eina trygdarstovu, ið tryggjar øll, sum eru óvirkin á arbeiðsmarknaðinum, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, í sambandi við ætlaða barnsburðargrunnin

Á sama hátt sum sjúkradagarnir hjá teim tímaløntu eru ábyrgdarøki fyri arbeiðsmarknaðin, er eisini barnsburðargrunnurin uppgávan hjá arbeiðsmarknaðinum. Hetta sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin.

- Upplagt er, at ein trygdarstova átekur sær ábyrgdina at tryggja teg fyrstu sjúkradagarnar, tíðina, tú ert arbeiðsleys, og tá ið tú ert í barnsburðarfarloyvi. Hetta eru alt viðurskifti, ið fevna um tað sama. Við øðrum orðum ein skipan, ið tryggjar teg, tá ið tú ikki ert virkin á arbeiðsmarknaðinum, og sum báðir partar á arbeiðsmarknaðinum taka sær av, sigur Páll á Reynatúgvu.

Løgtingsmaðurin heldur, at ein hugburðsbroyting eigur at koma í viðgerðina av málinum.

- Barnsburðargrunnurin skal tryggja tímaløntu mammuni somu rættindi og møguleikar sum fastløntu mammuni, umframt at pápin fær møguleika fyri farloyvi saman við lítla barninum eina tíð.

Tekur tú undir við tilmæli landsstýrismansins í arbeiðsmarknaðarmálum, um, at minkandi ALS-gjaldið fer í barnsburðargrunnin?

- Tað er ein møguleiki, men eg haldi kortini, at vit í størri mun eiga at savna viðurskiftini hjá teimum, sum ikki eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, saman. Tá er eisini talan um eina rasjónalisering í fyrisitingini.

Um tað er sannlíkt, at barnsburðargrunnurin fer at virka frá 1. apríl, sum landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum ætlar, sigur Páll á Reynatúgvu.

- Um hann hevur sett sær tað sum mál, gangi eg út frá, at hann klárar tað. Eg rokni við, at arbeiðsbólkurin, sum endurskoðar dagpeningalógina, kemur við onkrum slóðbrótandi, ið fer at grípa inn í verandi sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum. Vit eiga at venja okkum við, at dýnamikkurin, sum er millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar fær frið, uttan at lagt verður uppí frá løgtinginum. Eg ímyndi mær, at uppskotið um barnsburðargrunnin verður í tráð við tað fakfeløgini ynskja og tí verður góðtikið av pørtunum á arbeiðsmarknaðninum.