Grunn viðgerð av Nýtt Sjálvstýri!

Sat og hugdi eftir sendingini "Vikan og valið”, har trý fólk, umframt vertin, øll sýntust at hava eitt til felags – nevniliga at gera seg klók upp á Nýtt Sjálvstýri.

Sat og hugdi eftir sendingini "Vikan og valið”, har trý fólk, umframt vertin, øll sýntust at hava eitt til felags – nevniliga at gera seg klók upp á Nýtt Sjálvstýri.

 

Nýtt Sjálvstýri er ein rúmligur flokkur, sum fyrst og fremst stendur fyri at taka ábyrgd og ræði áokkara egna samfelag. Jú, gaman í! Flokkurin hevur fingiðnýggj valevni til komandi løgtingsval, sum fyrr hava veriðumboðaðíøðrum flokkum, men taðman ikki undra kortini –fyri at endurgeva Torbjørn Jacobsen, so hevur Nýtt Sjálvstýri helst tíbestu stevnuskránna –so góð, at hon helst hevði havt eitt høgt søluvirði.

 

Zacharis Wang, sum av mongum verður mettur at verða størsti tjóðskaparmaður íFøroyum, tekur undir viðstevnuskránni hjáNýtt Sjálvstýri –nemliga, at føroyingar skulu ráða íegnum landi.

 

Bjørn áHeygum, sum fyri 17 árum síðani sat átingiðfyri Sambandsflokkin, tekur somuleiðis undir viðstevnuskránni hjáNýtt Sjálvstýri. Eisini hann ynskir, at Føroyar miðja ímóti størri sjálvræði og sjálvbjargni, so hvørt sum ráðini eru fyri tí. Hvør vil ikki tað?

 

At persónar skifta flokk er einki nýtt

Sjúrður Skáale var tjóðveldismaður, men er núblivin sambandskur javnaðarmaður.

 

Fyrrverandi tingmaður Framsøkn, Janus Rein, iðbrúkti nógva orku at mótmæla eirindaleysa skattapolitikkinum hjáFólkaflokkinum, er núpartur av sama flokki.

 

Gerhard Lognberg, iðvit øll hildu vera javnaðarmann og sosialist, er ídag liberalist og høgravendur sambandsmaður.

 

Og hvussu var viðPaula Petersen, borgarstjóra íVestmanna? Hann stillaði upp fyri Fólkaflokkin, men er ídag tjóðveldismaður.

 

Sámal Petur íGrund er fyrrverandi sjálvstýrismaður, men stillar ídag upp fyri Framsøkn.

 

Poul Michelsen var fólkafloksmaður íeitt mannaminni. Ídag hevur hann stovnaðsín egna flokk, og sær ikki út til at taka undir viðserliga nógvum av tí, sum Fólkaflokkurin og fyrrverandi floksfelagar hansara standa fyri.

 

Miðflokkurin hevur eisini síni dømi, har Karsten Hansen sum fyrr umboðaði Tjóðveldi, núer Miðflokkamaður. Harumframt hevur Vinjard Johansen, sum umboðaði Miðflokkin áseinasta vali, skift til Sambandsflokkin.

 

Og ikki at gloyma Heðin Mortensen, borgarstjóra íTórshavn, sum fór úr Sambandsflokkinum íJavnaðarflokkin dagin eftir, at hann var valdur íbýráðið.

 

Mín spurningur er, hvíkom einki av hesum fram ísendingini? Kann taðhugsast, at umrøðan alt annaðlíka hevði veriðeitt sindur øðrvísi, um Kringvarpiðhevði valt at víðka um paneliðviðumboðum úr øðrum flokkum?

 

Demokratiiðskulu vit vara um. Hvør stillar upp fyri hvønn, og hvønn veljarin velur, fáa vit at síggja valdagin. Eitt av grundarlagnum undir demokratiinum er, at ein almennur stovnur sum Kringvarpið, skal tryggja fjøldini eina objektiva lýsing av viðgjørdum málum, soleiðis at veljarin hevur eina góða og greiða heildarmynd, iðhann kann taka støðu út fráávaldegnum.

 

Tíverri var hetta ikki tilfeldiðíhesari sendingini.

 

Jógvan Skorheim

Formaður Nýtt Sjálvstýri