Allan Hjaltalin
Valevni miðfloksins til býráðsvalið ?04
Sum borgarar í Tórshavnar kommunu, skuldi tað verið ein sjálvfylgja at vit keyptu okkum grundstykki og bygdu hús her í kommununi. Men hetta er tíverri ikki líka til hjá nógvum av ungu borgarunum, tí grundstykkjaprísurin er alt ov høgur.
Grundstykkjaprísurin í Havn er uml. 672,- fyri fermeturin, meðan t.d. í Skála kommunu, 3 korter frá havnini, er prísurin 75,- fyri fermeturin.
Tað er ógvuliga gott at búgva í Havn, tað vita vit, men prísurin nýtist ikki at vera 9 ferðir hægri her enn úti á bygd.
Gev mær tína atkvøðu til býráðsvalið ?04, og eg vil arbeiða fyri:
? At borgarar fáa størri gjøgnumskygni, tá tað snýr seg um handil við teimum virðum, ið kommunan eigur.
? At grundstykkjaprísurin fer munandi niður.
? At nágreiniligar tilboðsætlanir verða gjørdar, tá eitt nú planerað verður, so at ánarin fær ein góðan prís. Hetta kann gerast á tann hátt, at teir, ið planera, planera t.d. 20 grundstykkir í einum øki, í staðin fyri 1 ella 2 grundstykkir.