Grundrakstur landskassans er versnaður við 1,3 milliardir krónum seinastu 10 árini. Høvuðsorsøkin er at finna útreiðslumegin, upplýsir Landsbankin. Í fíggjarlógini fyri 2010 verður roknað við undirskoti upp á 581 milliónir krónur.
Grundrakstur landskassans er við hesum versnaður við út við 1350 milliónum krónum í tíðarskeiðnum frá 2000 til 2010.
Hugtakið ?úrslit av grundrakstri? fevnir um vanligu útreiðslur og inntøkur landskassans, ikki um rentur, íløgur, einskiljingarinntøkur og aðrar kapitalinntøkur.
Úrslitið av grundrakstrinum er týdningarmikið mát, sum vísir, hvussu stórt rúm er í landskassanum til rentur og íløgur. Íleggjarar og ratingstovnar brúka úrslitið í sínum metingum um landskassin, sum frá líður, megnar at halda lánsskyldur sínar, boðar Landsbankin frá í dag.