Grundleggjandi broyting í Champions League

Tíðspunktið er broytt, men tú fær fýra tímar av fótbólti afturfyri

Í kvøld byrjar Champions League bólkaspælið. Kappingin er skipað á sama hátt sum fyrr, har tað eru átta bólkar við fýra liðnum. Nummar eitt og nummar tvey koma víðari til endaspælið, sum verður eftir ársskiftið.

 

Ein grundleggjandi munur er tó. Komandi trý árini verða tveir av dystunum í bólkaspælinum spældir klokkan 17.55, meðan hinir dystirnir verða spældir klokkan 20. Sostatt verður vanliga tíðspunktið, klokkan 19.45, ikki longur brúkt.

 

Talan er um eina royndartíð upp á trý ár, har UEFA ætlar at royna nýggju skipanina við tveimum tíðspunktum. Í kvøld verða tveir av dystunum klokkan 17.55. Teir eru FC Barcelona – PSV og Inter Milan – Tottenham.

 

Bólkur A:

Club Brugge - Borussia Dortmund (20.00)

Monaco - Atletico Madrid (20.00)

 

Bólkur B:

Barcelona - PSV Eindhoven (17.55)

Inter - Tottenham Hotspur (17.55)

 

Bólkur C:

Reyða Stjørna – Napoli (20.00)

Liverpool - Paris Saint Germain (20.00)

 

Bólkur D:

Galatasaray - Lokomotiv Moscow (20.00)

Schalke 04 – Porto (20.00)