Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, er ikki heilt samdur við uppskotinum hjá løgfrøðinginum, Kára á Rógvi, um sonevndar hoyringar í løgtinginum, tá landsstýrisfólk skulu setast.
? Eg beri ótta fyri at fáa vit eina slíka skipan, fara fólk at setast aftur við at stilla upp. Vit fara møguliga at missa nøkur útmerkaði fólk, tí tey eru ikki áhugað í at verða endavend í løgtinginum , sigur løgmaður
Jóannes Eidesgaard sigur, at vit eiga at verða ógvuliga varin við at gera øll landsstýrisfólk lítaleys, sum hann málber seg. Hann sigur seg verða sinnaðan at luttaka í kjakinum, hvørt tilnevningin av landsstýrismonnum eigur at endurskoðast.
?Eg haldi hatta er eitt ógvuliga áhugavert mál og eg vil skjóta upp, at grundlógarnevndin fer at umrøða málið, sigur løgmaður