Grundlógardagurin ikki longur frídagur

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur ídag avgjørt, at gera eina broyting í ásettum frídøgum, soleiðis sum hesir vóru uppstrikaðir í einum rundskrivi, ið varð latið skúlunum nakað fyri summarfrítíðina.

Skúlafrídagar

Tíðindaskriv

Undirvísingar- og mentamálastýrið


Grundlógardagurin (5. Juni) verður strikaður sum frídagur í føroyska skúlaverkinum. Dagurin man kennast flestu føroyingum rættiliga fremmandur. Føroyingar hava ongantíð tikið støðu til donsku grundlógina, hon er sum so mangt annað, løgd niður yvir okkum. Nú ganga føroyingar fram ímóti síni egnu grundlóg, og tá ið hon einaferð er samtykt, skal støða takast til, um ein føroyskur grundlógardagur verður ein ásettur frídagur í landsins skúlaverki.

Samtundis sum landsstýrismaðurin hevur avgjørt at strika danska Grundlógardagin sum frídag, hevur hann avgjørt at áseta altjóða arbeiðaradagin ? 1. mai ? sum frídag í føroyska skúlaverkinum. Dagurin verður hátíðarhildin um allan heim, sum stríðsdagur hjá verkamonnum & kvinnum, ein ímynd av og ein varði í stríðnum fyri betri & rættvísari korum hjá verkamannastættini. Siðani hann varð ásettur, sum ein avleiðing av Aðru Internationalu, ein arbeiðararáðstevna, sum varð hildin í París 1889, hevur hann vunnið sær hevd, sum sannur hátíðardagur í flestu londum. Ætlanin við hesum átakið er, at hann skal fáa somu støðu í Føroyum, sum í hesum londum. Eisini ein ásannan av, at tað eru tey ið berjast fyri síni útkomu, við hondunum, við kroppinum, við høvdinum, ið eru dyggastu skorðurnar undir tí framkomna samfelag, sum vit liva í og eiga í dag.

Rættaða rundskrivið um frítíð og frídagar í fólkaskúlanum fyri skúlaárið 2000/2001 sæst niðanfyri:

Allir nevndu dagar verða roknaðir sum frídagar.

Árliga skúladagatalið er 198 dagar.

Í skúlaárinum 2000/2001 verða 2 dagar til taks, ið skúlamyndugleikarnir á staðnum kunnu brúka sum frídagar.

Skrivliga próvtøkan byrjar mánadagin 14. mai og endar fríggjadagin 18. mai 2001.

Eingir frídagar verða lagdir teir dagar, ið eru settir til skrivliga ella munnliga próvtøku ella í praktikktíðarskeiðnum hjá skúlunum, sigur Undirvísingar- & Mentamálastýrið í tíðindaskrivi.


Summarfrítíð: mikudagin 28. juni ? sunnudagin 20. august

Heystfrítíð: leygardagin 7. oktober ? sunnudagin 15. oktober

Jólafrítíð: fríggjadagin 22. desember ? mikudagin 3. januar

Páskafrítíð: leygardagin 7. apríl ? týsdagin 17. apríl

Flaggdagur: mikudagin 25. apríl

Altjóða Arbeiðaradagur: týsdagin 1. mai

Dýri Biðidagur: fríggjadagin 11. mai

Kr. Himmalsfarardagur: hósdagin 24. mai

Hvítusunnufrítíð: leygardagin 2. juni ? mánadagin 4. juni

Summarfrítíð: leygardagin 30. juni ? sunnudagin 19. august