Grundlógaravhoyring er í dag á skránni í Føroya rætti, har ein ungur maður er undir illgruna fyri rúsevnissmugling.
Áðrenn sjálvt málið fór í gongd, bað ákæruvaldið um, at fjølmiðlarnir, ið vóru til staðar, vórðu koyrdir úr rættarsalinum, tí mett varð, at málið er av einum slíkum týdningi, at tað er óheppið, um upplýsingar um málið verða almennar. Mett verður nevniliga, at slík umtala kann órógva kanningararbeiðið av møguligum samstarvsfeløgum.
Hetta er aðru ferð innan tær síðstu vikurnar, at ákæruvaldið hevur biðið um stongdar dyr í samband við eitt rúsevnismál.










