Grundin á Skálheyggi verður tikin niður

- Hetta verður gjørt so skjótt, sum Umhvørvisstovan hevur góðkent makaskiftið, siga tey í Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna hevur gjørt makaskifti við SP/F Vesttrol soleiðis, at SP/F Vesttrol fær ognarrættin til lendið undir sjálvum smiðjubygninginum.

 

- Bygningurin er partur av leiguøkinum, matr. nr. 249f á Heyganesi, sum 299 fermetrar ti víddar. Kommunan fær ognarrættin til matr. nr. 94e á Skálheyggi, sum 684 fermetrar til víddar við ástandandi grund.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at grundin á Skálheyggi verður tikin niður so skjótt, sum Umhvørvisstovan hevur góðkent makaskiftið.