Hon sigur tað so vakurt, Lynette, í byrjanini av leikinum: »Dannny hevur bara tíð til tey seriøst fuckaðu í høvdinum«
Sjálv stendur hon við einum seriøst fuckaðum kroppi, tí ein sjeikur lovaði at lána henni pengar til eina plastikskurðviðgerð og tvey giga stór bróst. Men shit happens rættiliga ofta í lívinum hjá Lynette, og vælvildin hjá vinmanninum rakk bara til annað bróstið. Spell, men onki er so avskeplað, ússaligt ella syrgiligt, at tað ikki kann skaffa tær nakrar minuttir á »The Danny Crowe Show«. Tvørturímóti, og Lynette er sinnað at útnytta støðuna so langt, sum yvirhøvur neyðugt. Eisini um hon verður noydd at taka kappingina upp við Peter og systur hansara Tiffany, sum hava morðið á pápan at bjóða á altarinum hjá Danny – høgt metta talkshow vertinum, sum við einum merki á vegginum eftir einum krossi myndaliga myndaliga er til staðar sum ein ósjónligur Gud, ið førir marionettdukkurnar á pallinum, í einum meldri, har tað er vónleyst at gera av, hvør tað í veruleikanum er, sum útnýttar hvønn.
Ikki tí, produsararnir Magda og Miles hava tað sum sítt yrki at útnytta neyðina hjá øðrum til egnan karrierufyrimun í teirra endaleysu jagstran eftir menniskjaligum botnfalli. Kortini eru tað nokk tey, sum eru veruligi offrini. Í øllum førum hava neyðardýrini Lynette, Peter og Tiffany langt síðani gjøgnumskoðað spælið og lúrt av, hvussu tey kunnu brúka sínar minuttir í »The Danny Crowe Show« sum lopfjøl burtur úr sosiala vónloysinum, tey eru fangað í.
Tí er tað eisini heldur misvísandi, tá leikurin »The Danny Crowe Show« verður presenteraður sum ein søga um, hvussu langt fólk eru sinnað at fara, fyri at sleppa á skíggjan í nakrar minuttir og gerast kend. Gamaní hevði tað ikki verið so galið at sloppið at menga seg við tey kendu. Men fyri Peter og Tiffany skulu minuttirnir á skíggjanum fyrst og fremst útnyttast til at gera aðrar dreymar til veruleika og krøkja seg í kjansin, tey ongantíð fingu. Aftaná tað, kunnu bæði Danny, Miles og Magda renna tey …
Hóast evni hvørki er nýtt ella óvanligt, taki eg hattin av fyri mátanum, Tjóðpallurin hevur tikið tað upp. Fellurnar standa bara og bíða eftir, at ein slík søga blívur ein frelstur umgangur av korrektum meiningum, sum ongin kann vera ósamdur í. Hesum skákar leikurin sær undan, tí vit vita ongantíð rættiliga, hvørjum vit skulu sympatisera við. Enn ótryggari kenna vit okkum av at vita, at uttan okkara gramleika eftir og fragd við at válka okkum í neyðini hjá øðrum, ja so vóru ódámligar sendingar sum »The Danny Crow Show« ikki til.
Hendan styrkin í leikinum verður tó eisini ein frásøguligur veikleiki, tá tað er torført at lata seg fanga av eini søgu, sum støðugt verður kvett av og skiftir fokus. Sum frá líður flytir leikurin seg hartil yvir í eina vitleysa farsu, har tí kemur í iva um, hvussu viljaður komikkurin í grundini er. Serliga tí høga farsuferðin javnan verður seinkað fyri at geva pláss fyri ov langum inniligum monulogum, sum skulu tryggja, at okkurt slag av meiningsfullum poengið verður sligið fast hóast alt.
Leiklistarliga er tað tó ein fragd at síggja, hvussu væl leikararnir megna at tima bæði replikkir, rørslur og eygnakøst í perfekt stýrda ruðuleikanum.
Eisini er leikurin eitt satt studie í estetikkinum í tí ljóta og tærnakrympandi smakleysa – líka frá kvalandi tjúkka teppinum á gólvinum til væl trimmaða pornoskeggið hjá Miles og málsligu klisjéirnar, sum persónarnar krampakent royna at líma okkurt slag av meining í lívinum saman við.
Málsliga rakar leikurin beint har hann skal í eitt undirskotsumhvørvi, sum dregur andan gjøgnum eitt bland av eiðum, ókvæmisorðum og smartum enskum vendingum, sum kunnu kasta eitt sindur av coolness yvir manglandi evnini at samskifta.
Besta leiklistarliga avrikið í leiknum eigur Bárður Persson eftir mínum tykki, hóast hansara leiklutur sum ein ómetaliga normalur og keðiligur kirkjugarðshjálpari ikki átti at fingið eitt bein til pallin í hesum ruðuleikanum av innbiltum stjørnum. Tess størri inntrykk ger tað, tá eisini hann hevur ein dreym, sum tykist torførari at náa enn nakar stjørnudreymur. Bara eitt lítið sindur av kærleika og normaliteti saman við familjuni, so hevði hann verið glaður. Hví kona hansara hvarv, vita vit ikki, men fyri Magdu er tað rættiliga innlýsandi: »Lívið fangaði hana vist ikki ordiliga«