Í Dimmalætting nr. 161, 28. august 2003 er greinastubbi: Grovur mismunur á serundirvísing í føroyskum skúlum.Greinin skal vera grundað á samrøðu við undirritaða dagin fyri. Av tí at endurgevingin í støðum er heilt burturvið, og av tí at leiðarin í Dimmu dagin eftir er grundaður á sama, er neyðugt við eini rættleiðing.
Greinin byrjar: "Vanlig børn við serligum tørvi í føroysku fólkaskúlunum eru við skerdan lut á ymsum skúlum kring landið. Talan er ikki um børn við breki, men um vanlig børn, hvørs einasti trupulleiki er, at tey hava ilt við at læra at lesa, skriva ella rokna og tí skulu hava eitt sindur av eyka hjálp í onkrum faki".
Longu her skilst, at ikki hevur eydnast undirritaða at hjálpa blaðmanninum til innlitið, ið er krevst til grundarlags undir grein um hesi viðurskifti.
Miðfirrað (vanlig) serundirvísing
Heitið vanlig børn verður ikki brúkt í sernámsfrøðini. Harafturímóti kann ein hoyra um "vanliga serundirvísing". Í fyrisitingini verður henda nevnd miðfirrað serundirvísing. Hesa leggja skúlarnir sjálvir til rættis eftir tørvi næminga og við teim tímum, ið eru til taks. Hesir tímar eru íroknaðir vanliga pultstímatalinum, ið av Mentamálaráðnum verða játtaðir skúlunum. Burtur av hesum tímum eigur skúlin til hetta endamál at brúka 0,11 t/ v faldað við næmingatali skúlans. Ein skúli við t. d. 40 næmingum eigur sostatt at brúka 4, 4 tímar um vikuna til miðfirraða (vanliga) serundirvísing. Teir næmingar, ið fáa hesa, hava ikki serligan tørv. Teir bera ikki brek men hava ávísar lærutrupulleikar, ið gera, at teimum tørvar nakað av eyka undirvísing, ið er serliga lagað teimum.
Serligur tørvur
Næmingar við serligum tørvi eru teir, ið bera brek. Teir kunnu vera illa fyri í sansing, likamligari- og- ella sálarligari menning, kunnu vera fjølbrekaðir ella álvarsliga darvaðir á annan hátt.
Til sernámsfrøðilig tiltøk fyri hesar næmingar fær skúlin serskilta játtan frá Sernásmsdeplinum. Tímarnir vegna serligan tørv eru oyramerktir einstøku næmingunum ella 2 ? 3 næmingum á liði.
Mismunur og ónøktandi tímatal
Torført man vera at finna eina játtanarskipan og eitt tímatal, ið øll vera nøgd við. Hóast ávíst orðaskifti hevur verið, og hóast fleiri hava gjørt vart við ónøgd um skipanina, so hava Landsskúlafyrisitingin, seinni Mentamálastýrið og nú Mentamálaráðið higartil ikki hildið, at núgaldandi skipan hevur elvt til mismun á tilboðum um serundirvísing í teim ymsu skúlunum.










