Grót og skervur til grótbrotið í Sandavági

Tað verður nógv tung ferðsla úr Miðvági til Sandavágs í kvøld og í nátt, siga tey í Vága kommunu í dag.

 

Í dag, mánadagin 12. juni, verður øktur aktivitetur í ferðsluni frá havnalagnum í Miðvági til grótbrotið í Sandavági.

 

Tað siga tey í Vága kommunu í dag.

 

Eitt farmaskip kemur inn á Miðvág við gróti og skervi, sum verður koyrt inn til grótbrotið í Sandavági.

 

Í Vága kommunu siga tey, at nógva koyringin verður í tímunum frá umleið klokkan 20 í kvøld og til umleið klokkan 06 í morgin árla.

 

- Í hesum tíðarskeiði kann væntast, at nógv koyring verður við stórum bilum á leiðini, verður lagt aftrat.