Kommunan skal vera grøn og dálka minni
Tórshavnar kommuna skal ganga á odda við umhvørvisátøkum. Tað gera vit m.a. við at arbeiða fyri, at orkan, sum verður brúkt í kommununi, er so burðardygg sum gjørligt.
Allir bygningar, ið Tórshavnar kommunu eigur, skulu sum frá líður verða hitaðir við varandi orku. Eitt uppskot til verkætlan við kostnaði og øðrum eigur at verða gjørt. Harafturat eigur ein greining at verða gjørd av, hvør orkukelda er “grønari” – jarðhiti ella fjarhiti frá Fjarhitafelagnum.
Avgerð er tikin um, at Tórshavnar havn skal útbyggjast munandi. Á havnarøkinum eigur kommunan eisini at ganga undan sum aðrar skipa- og samferðsluhavnir í Evropa. Trukkar, kranar og onnur arbeiðstól eiga at brúka varandi orku. Tey stóru battaríini skulu løðast, tá SEV vinnur sum mest burtur úr vindi og vatni, so orkan verður grøn.
Havnin er tann størsti eigarin í SEV, og høvuðsstaðarkommunan skal geva sítt íkast til ta nýggju grønu kósina hjá SEV. Hon gagnar fólki og umhvørvi, og umhvørvi er okkara føðikelda á sjógvi sum á landi.
So hvørt sum bilarnir hjá kommununi verða skiftir út, skulu elbilar ella hybridbilar keypast ístaðin. Tað skal vera lætt at lata bilin standa, tí bussleiðin skal mennast og koyra allar dagar í vikuni – og tað skal framhaldandi vera ókeypis at koyra við bussleiðini.
Tórshavnar kommuna skal ganga á odda við atliti at varandi orku. Kommunan skal vera fremst at minka um útlát og verja umhvørvið. Kommunan skal miða eftir at gera okkara komandi borgarar – í barnagørðum og skúlum – tilvitaðar um umhvørvið, ið er fortreytin fyri øllum lívi á jørðini og her á klettunum.
Vísa tit mær álit á valdegnum tann 8. november, vil eg leggja alla orku í at fáa ein uppaftur vakrari, hugnaligari og grønari høvuðsstað.
Set X við Høgna Joensen
Valevni á lista C