Nú fiskavirkið hjá Arctic Prime Fisheries í Kuummiut hevur verið stongt í eina viku, tí ólag er á streymveitingini, eru útróðrarmenn, sum serliga avreiða svartkalva og tosk til virkið, farnir at kæra sína neyð.
- Vit hava havt trupulleikar við streymveitingini til virkið. Vit royna at loysa málið, men vita ikki, hvat tíð tað fer at taka, sigur stjórin í Arctic Prime Fisheries, Hentzar Petersen, við Sermitsiaq.
Hentzar Petersen sigur, at so skjótt, sum streymur er aftur, letur virkið uppaftur. Men, hóast virkið bara hevur havt afturlatið í eina viku, kenna útróðrarmenn í økinum seg kroystar fíggjarliga.
- Vit hava ongar inntøkur, og tað ger tað eyka keðiligt, at tað eru fleiri, sum skulu fermast um dagarnar. So, hetta er rættiliga hart, sigur útróðrarmaður við Sermitsiaq.
Í 2020 játtaði grønlendska landstingið eina miljónir krónur til nýggjar el-kaðlar til fiskavirkið í Kuummiut og endamálið við játtanini var at styrkja vinnulívið í Eysturgrønlandi.