Grønlendska hallið størri

Hallið hjá grønlendska landskassanum var í 2015 størri, enn lagt var upp fyri í fíggjarlógini.

Samlaða hallið, sum í fíggjarlógini stóð til at verða 64 milliónir, vísir seg nú at vera 73 milliónir krónur. Hesin munur stendst fyrst og fremst av, at brúktar eru 8,7 milliónir krónur meira til rakstur og íløgur, enn ætlanin var.

Serliga eru tað óvæntaðar útreiðslur upp á 13,5 milliónir krónur í sambandi við umbygging og nútímansgerð av skúladepilin Campus Kujalleq í Qaqortoq, ið flytur almenna grønlendska roknistykkið skeiva vegin.

At hallið allíkavæl ikki vaks við allari hesi upphæddini, sigur grønlendska kringvarpið, KNR, skyldast inntøkum, ið grønlendska sjálvstýrið hevur havt av at selja felagið NunaMinerals A/S.