Grønlendingur dømdur fyri aðru ferð fyri at drepa ein í familjuni

Lógarinnar strangasta dóm – forvaring upp á óásetta tíð. Soleiði ljóðar dómurin hjá einum 35 ára gomlum manni í Grønlandi

Grønlendski Landsrætturin í Nuuk fer seinni at taka støðu til, um avgerðin hjá landsrættinum fríggjadagin er tann rætta í einum máli móti einum 35 ára gomlum manni. (Savnsmynd) - Mynd: Hannibal Hanschke/Reuters

Ein maður í Grønlandi er í dag dømdur fyri dráp í Qaqortoq, upplýsir grønlendska løgreglan.

Tað er aðru ferð, at 35 ára gamli maðurin er dømdur fyri manndráp, og í báðum førum vóru ofrini fólk í familjuni, sum hann búði saman við.

Seinasta offrið var eitt systkinabarn. Hann varð sligin og sparkaður til deyðis í februar 2023. Millum annað varð 53 ára gamli maðurin sligin við eini pannu.

Eisini í 2014 varð hann dømdur fyri morð, sum varð framt í 2012. Tá var offrið farbróðir. Eisini hann varð sligin og sparkaður fleiri ferðir.

Revsingin fyri hesi lógarbrot var av, tá maðurin í februar í fjør, sambært dóminum í dag, drap systkinabarnið í einum íbúðarblokki á J. H. Lytzensvej í Qaqortoq.

Í nýggja málinum hevur landsrætturin í Kujalleq dømt hann forvaring, sum er strangasta revsins í grønlendsku revsilógini. Hetta merkir innibyrging í óavmarkaða tíð, og royndarleyslating kann bert fara fram eftir avgerð hjá rættinum, sigur ákærin í málinum, Alexander Stürup.

- Tá vit her hava við ein mann at gera, sum hevur lívið hjá tveimum fólkum á samvitskuni, og sum Rættarlæknaráðið uttan fyrivarni metir at vera ein vandi fyri lívið hjá øðrum fólkum, so er forvaring einasta rætta revsing, sigur ákærin í tíðindaskrivi.

Undir kanningini av brotsverkinum í Qaqortoq gjørdi løgreglan nógvar kanningar.

Upp til 60 fólk eru avhoyrd, og hetta er ein djúptøkin kanning, stendur í tíðindaskrivi um óvanliga málið.

Millum annað ferðaðust teknikarar úr Danmark fyri at savna inn prógv frá staðnum, sum seinni varð DNA-kannað. Blóðsplettagreiningar eru eisini gjørdar, sigur ákærin.

Brotsverkið móti systkinabarninum varð framt náttina millum 3. og 4. februar í fjør. Tann nú dømdi varð fleiri ferðir avhoyrdur av løgregluni, men ikki fyrr enn 9. februar var nóg mikið av tilfari til at fara víðari við handtøku.

Tann dømdi segði seg hava verið fríkendur. Hann hevur kært dómin til Landsrættin.

 

/ritzau/

 

Grønlendski Landsrætturin í Nuuk fer seinni at taka støðu til, um avgerðin hjá landsrættinum fríggjadagin er tann rætta í einum máli móti einum 35 ára gomlum manni. (Savnsmynd) - Mynd: Hannibal Hanschke/Reuters