Anja Heilmann skoraði fyrsta málið hjá Grønlandi í hesum HM endaspælinum, men Grønland tapti sum vænta stórt fyri gullfavorittarnar úr Noreg. - Foto: Beate Oma Dahle/Ritzau Scanpix

Grønland gav Noreg dyst í 15 minuttir í HM-byrjan

Í 15 minuttir argaðu undirtippaða Grønland norsku gullfavorittarar, sum tó vunnu eina risa sigur

 

Anja Heilmann skoraði fyrsta málið hjá Grønlandi í hesum HM endaspælinum, men Grønland tapti sum vænta stórt fyri gullfavorittarnar úr Noreg. - Foto: Beate Oma Dahle/Ritzau Scanpix

Sigursvandu norsku gullfavorittarnir móti grønlensku landsliðið, sum spældu fyrsta HM í 22 ár. Tað tóktist frá byrjan at vera stórur munur á liðunum, og soleiðis endað tað eisini í David ímóti Goliat-uppgerðini fyrsta dagin í HM hondbólti fyri kvinnur.

Noreg vann 43-11 uttan at kýta seg. Grønland byrjaði sterkt, men kreftirnar rukku bara til dyst í eitt korter. Spælararnir høvdu kortini eitt frálít kvøld og fegnaðust hvørua ferð tær skoraðu hvørt av teimum 11 málunum.

Anja Heilman skoraði fyrsta HM málið hjá Grønlandi síðani 2001, tá hon javnaði til 1-1.

Stutt eftir skoraði Randra Rothberg til 2-2, og eftir eitt korter var Noreg frammanfyri 8-6.

Men síðani var hvørvisjónin um, at tað var ein nøkulunda javnur dystur burtur.. Í síðstu hálvu av fyrr hálvleiki skoraði Grønland bara einaferð afturat og var aftan fyri 7-19 í steðginum.

Málturkurin eftir fyrsta hálvleik hevði tíverri bitið seg fastan, tá spælararnir koma til seinna hálvleik.

Ane-Sofiannguaq Frederiksen skoraði fyrsta málið hjá Grønlandi eftir steðgin eftir slakar sjey minuttir, og tað gingu seju minuttir afturat, áðrenn Grønland fekk næsta málið.

Men tær norsku kvinnurnar lógu ikki løtu síðuni. Nora Mørk sat millum áskoðararar og Henny Reinstad eitt sindur á beinkinum, men hinar vóru ríkilga sterkar at skjóta seg til ein makligan sigur.

Nógv meira spenningur var í hinum dystinum í BólkiC. Har vann Eysturríki 30-29 á Suðurkorea.

/ritzau/

 

 

 

Anja Heilmann skoraði fyrsta málið hjá Grønlandi í hesum HM endaspælinum, men Grønland tapti sum vænta stórt fyri gullfavorittarnar úr Noreg. - Foto: Beate Oma Dahle/Ritzau Scanpix