Grøna orkan verður ikki bíligari

Hóast vindmyllulundin sambært SEV framleiðir streym fyri triðingsprís, so verður elrokningin ikki bíligari fyri brúkaran

Hóast vindmyllulundin sambært SEV framleiðir streym fyri triðingsprís, so verður elrokningin ikki bíligari fyri brúkaran.

 

Sambært SEV kostar samlaða verkætlanini í Húsahaganum umleið 180 milliónir krónur. SEV vann kappingina við Vindrøkt, tí felagsskapurin sigur seg kunna framleiða streym fyri umleið 31 oyru fyri hvørt kilowattið.

 

– Við vindmyllulundini kunnu vit í dag framleiða streym fyri ein triðing av tí, sum tað í dag kostar at framleiða streymin inni á Sundi, sigur Hákun Djurhuus.

 

Stjórin í SEV er sera fegin, nú tær 13 vindmyllurnar í Húsahaganum eru farnar at framleiða streym inn á netið hjá SEV.

 

Les eisini: Løgmaður tendrar Húsahagan

 

Áður hevur SEV ført fram, at vindmyllurnar í Húsahaganum við verandi oljuprísum barbera okkurt um 36 milliónir krónur av árligu oljurokningini hjá orkufelagsskapinum.

 

Sambært Hákuni Djurhuus fara spardu pengarnir til at framtíðartryggja felagsskapin.

 

– Hetta lættir um raksturin hjá SEV. Vit fáa eina bíliga streymframleiðslu, ið ikki ávirkast av oljuprísunum, og harvið standa vit sterkari um oljan dýrkar, sigur Hákun Djurhuus.

 

Yvirskipaða málið hjá SEV er, at øll elnýtslan á landi skal koma frá grønum orkukeldum. Tað veri seg vatnorku, vindorku og í framtíðini eisini sjóvarfalsorku.

 

– Í hesum máli liggja nógvir fyrimunir, sigur Hákun Djurhuus, sum tó ikki vil lova lægri streymprísir.

 

Hinvegin vendir SEV-stjórin spurninginum á høvdið.

 

– Vit vita í hvussu er, at oljuprísurin í longdini bara gongur ein veg, og tað er uppeftir. Við grønu orkuni fáa vit ein munandi meira støðugan framleiðslukostnað. Og tað merkir so aftur, at vit sleppa at hækka elprísin, tá oljan dýrkar, sigur Hákun Djurhuus.


Les eisini: Stórur dagur í søgu SEV

 

Hoyr samrøðu við Hákun Djurhuus við at trýsta á pílin undir myndini.