Klokkan trý korter til níggju í morgun vóru grindaboð í Sundalagnum, men har verður einki grindadráp.
Politiið boðaði beinanvegin Náttúrugripsavninum frá, og fólk frá stovninum fóru í Sundalagið.
Skjótt varð staðfest, at hetta var sama grind, sum merkt varð í Vági týsdagin og var i Nólsoyarfirðði í gjár, sigur politiið.
Myndina tók Dagfinn Olsen, tá ið grindin var í Vági